P/F Smyril-Line
Útgivið
25. maj 2023
Útgongur
18. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kom og starvast saman við okkum. Ert tú liðug/ur at lesa til maskinmeistara ella maskinist og manglar siglingstíð? Vit bjóða tær eitt starv við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini. Tú kemur at mynstra í Føroyum, har tit síðan sigla til Holland, Ísland og aftur til Føroyar.

Les meira um Akranes HER og Mykines HER.

Maskindeildin
Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald. Umframt hetta kemur arbeiði við viðlíkahaldsskipanini og innkeyp. Sum juniormeistari verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.

  • Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinist
  • Manglar siglingstíð
  • Ert ágrýtin

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip. Ynskiligt er, at tú kanst byrja 28. juni, men hetta kann avtalast nærri. Freistin at søkja er 18. juni. Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Ljóðar hetta spennandi? Kom so við á okkara toymi og søk starvið umvegis frymilin á okkara heimasíðu HER.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við HR deildina á hr@smyrilline.fo ella á tel. 235956.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið