Smyril Line
Útgivið
23. december 2025
Útgongur
18. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú maskinmeistari ella maskinistur og manglar tær siglingstíð? So hevur tú nú ein spennandi møguleika at gerast juniormeistari hjá Smyril Line, sum í løtuni byggir tvey nýggj farmaskip, umframt nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn.

Smyril Line sóknast eftir einum ágrýtnum, eldhugaðum og fyrikomandi juniormeistara at byrja 5. februar 2026.

Arbeiðið sum juniormeistari á maskindeildini
Arbeiðsuppgávurnar fevna um at tryggja ein støðugan og tryggan maskinrakstur, viðlíkahald, umsiting av viðlíkahaldsskipan og innkeyp.

Sum juniormeistari verður tú partur av einum toymi við royndum og dugnaligum starvsfeløgum, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring og gott innlit í virksemið í maskinrúminum. Eisini verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.

Vit sóknast eftir tær, sum:

  • Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
  • Manglar siglingstíð
  • Ert arbeiðssom/samur, álítandi og hevur hug at læra

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 18. januar 2026, og starvsbyrjan er 5. feburar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit eru á Jobmatch 30. desembur 2025, og ert tú vælkomin forbí at heilsa uppá ein av okkara maskinstjórum frá kl. 12-14. Vit eru at finna í bási nr. 57.

Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar til starvið?
Ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR-ráðgeva, á tlf. 345951 ella á teldupost karinkatrina@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Leiðari til sambýlir í Havn   Faroe Islands nýtt
23. december 2025
23. december 2025
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið