Lýsing
Ert tú maskinmeistari ella maskinistur og manglar tær siglingstíð? So hevur tú nú ein spennandi møguleika at gerast partur av toymi okkara umborð á Norrönu. Vit leita eftir einum ágrýtnum og arbeiðssomum juniormeistara at byrja í oktubur 2025.
Sum juniormeistari hjá Smyril Line verður tú partur av einum toymi við royndum og dugnaligum starvsfeløgum, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring. Manningin telur áleið 100, og samanhaldið umborð er gott.
Arbeiðsuppgávur á maskindeildini
Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald, umsiting av viðlíkahaldsskipan og innkeyp. Sum juniormeistari verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.
Vit sóknast eftir tær, sum:
- Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
- Manglar siglingstíð
- Ert arbeiðssom/samur og ágrýtin
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip.
Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 28. septembur 2025, og starvsbyrjan verður fyrst í oktobur 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni hjá Smyril Line HER
Hevur tú spurningar til starvið?
Ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum, HR-ráðgevi, á tlf. 345952 ella á teldupost hr@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.