Firum
Útgivið
4. februar 2026
Útgongur
15. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Firum søkir eftir fólki við góðum lívfrøðiligum skili og samstarvsførleikum.

Tú kemur at starvast á Fiskavælferðardeildini, ið fæst við tænastum til vinnuna og granskingarverkætlanum. Høvuðsuppgáva okkara er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar, har vit eru úti á øllum aliringum í Føroyum í minsta lagi aðruhvørja viku. Tá ið teljast skal í Suðuroy, inniber hetta gisting á oynni.

Førleikar

  • Lívfrøðiligt skil
  • Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki
  • Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja til rættis
  • Áhuga/ur at savna inn dáta og vitan
  • Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd
  • Góð eygu
  • Góða sjónatúr
  • Koyrikort

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært teimum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknir
Umsókn við møguligum prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til kirstin@firum.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2026.

Vilt tú vita meira?
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Eliasen, deildarleiðara, á tlf 774703.

sí lýsing her

Líknandi størv

4. februar 2026
Leiðari til Barnahúsið Imba   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026
Vit sóknast eftir mennara   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið