Lýsing
- ENDURLÝSING -
Søkt verður eftir kantinufólki, uml. hálva tíð, at byrja 01. mars 2026, ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki
Matgerð og innkeyp av matvørum.
Ábyrgd
Máltíðirnar skulu vera lidnar til tíðina og matvørur o.a. til matgerð skulu altíð vera til taks.
Máltíðirnar skulu vera so góðar og fjølbroyttar sum til ber, við atliti til teir møguleikar, sum eru á Vinnuháskúlanum.
Vit leggja dent á at kantinufólki:
- dugir væl at samstarva og samskifta
- hevur ein jaligan hugburð mótvegis lesandi og starvsfeløgum
- strembar eftir at fáa bestu úrslitini
- áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Arbeiðstíðin er gerandisdagar umleið 25 tímar um vikuna. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Eru spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu simun@vh.fo ella á telefon 517220.
Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Viðmerk "Kantinufólk til Vinnuháskúlan” í yvirskriftina. Freistin at søkja starvið er 26. januar 2026.
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar við bestu leiðsluførleikum, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 40 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo