Lýsing
Dámar tær væl at arbeiða við høgari ferð, pakka ordrar og koyra trukk ?
Kemilux søkir eftir ábyrgdarfullum starvsfólki til goymsluna, ið skal vera við at mynda goymsluna frameftir, við inn- og útgangandi vørum.
Um starvið:
Sum goymslufólk ert tú við til at skipa dagin á goymsluni, og vera eitt bindilið millum sølu og flutning við at pakka ordrar, sum skulu út til kundan. Kemilux er í støðugari menning, og vit dagføra leypandi mannagongdir fyri at gerast enn betri, og hetta kemur tú eisini at verða partur av.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn sambært avtalu. Arbeiðsstaðurin er á Hjalla 14.
Uppgávur á goymsluni er m.a.:
- Pakka ordrar til kundar
- Samskipa vøruflutning inn og út av goymsluni
- Frígeva ordrar
- Stemma vørur av, sum koma inn á goymsluna
- At koyra trukk, vit bjóða tær ókeypis koyrikort til trukk.
- Bíleggja vørur frá veitarum í Føroyum
Vit leggja dent á, at hava tað stuttligt til arbeiðis og fara væl við hvørjum øðrum, tí vit ásanna at trivnaður og effektivitetur ganga hond í hond.
Um teg
- Tú ert arbeiðssom/-samur, røkin og álítandi.
- Tú ert fyrikomandi og sær møguleikar, heldur enn forðingar.
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt, líka væl sum saman við øðrum.
- Kemilux bjóðar tær koyrikort til trukk, um tú ikki frammanundan hevur hetta.
Vilt tú vita meira ?
Set teg í samband við Gert Haraldsen, goymsluleiðara á tlf. +298 210936.
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum kann sendast til gert@kemilux.com innan 21. mai 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Finna vit eina skikkaðan umsøkjara áðrenn, verður viðkomandi settur og skal byrja skjótast gjørligt.
Um Kemilux
Kemilux er ein lokal fyritøka við kundum um allan heim, og er skrásett hjá ACHILLES og er ISO 9001:2015 góðkend.
Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965 og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku og nýtslu. Kemilux selur eisini reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Felagið húsast í tveimum stórum bygningum í Havn.