Elektron
Útgivið
27. september 2024
Útgongur
20. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fáa orð sum Kubernetes, Cloud tøkni, OnPrem, OpenSource, Ansible og Linux teg at steðga á og forvitnast? So er hetta starvið kanska júst nakað fyri teg!

Rakstar- og Tøknideildin hevur nógv ymisk økir, nógv ymisk starvsfólk og nógvar ymiskar kundar við ymsum tørvum. Tú, sum hoyrir til her, ræðist ikki tøkni, men elskar harafturímóti at loysa avbjóðingar og finna praktiskar loysnir við nýggjari og framkomnari tøkni. Tú heldur teg eisini dagførdan í hesum støðugt broytiligu umhvørvunum.

Vit bjóða tær eitt dynamiskt og mennandi starv í einum toymi, har faklig menning og samstarv eru í hásæti. Tú fert at sita við tøkniligu ábyrgdini av okkara nýggja Kubernetes grundvølli.

Hetta merkir, at tú fert at menna, viðlíkahalda og selja konseptið, bæði internt og eksternt.

Vit kundu hugsað okkum at tú:

  • Ert fortalari fyri OpenSource
  • Hevur arbeitt við Kubernetes uppsetan
  • Ert vanur við Ansible og/ella Terraform
  • Hevur Linux sum fyrsta val
  • Dámar at arbeiða við torgreiðum tøkniligum avbjóðingum

Um Elektron      
Í Elektron raðfesta vit trivnaðin. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg. Vit vænta eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri eldhuga, ábyrgdarkenslu og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Lønin verður avtalað út frá royndum og útbúgving.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til føroyskar fyrtøkur og almennar stovnar. Umframt at vit hýsa føroya størstu hýsingarstøð, bjóða vit tænastur sum t.d. skipanarmenning, net, KT-ráðgeving, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast 70 fólk, og árliga sølan er umleið 100 mió.kr.

Umsókn og freist

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Kristjan Petursson, Rakstrar- og Tøknileiðari, á telefon 295129 ella við at skriva til kristjan@elektron.fo – hann svarar fegin.

Umsókn við CV og avrit av møguligum prógvum mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 20. oktober 2024. Umsóknin skal sendast til: hr@elektron.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið