KJ HYDRAULIK
Útgivið
25. januar 2023
Útgongur
10. februar 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Til deild okkara á Kambsdali søkja vit lærlingar til verkstaðið at byrja skjótast gjørligt.

Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir.

KJ er eitt dynamiskt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni og byggi- og flutningsvinnuni. So tá ið tú ert í læru hjá KJ, fært tú eina góða byrjan í tí føroyska vinnulívinum.

Maskinsmiður
Lærutíðin er fýra ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið. Skúlagongdin er í Føroyum.

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Urd Potts, rakstrarleiðara, á 588815 ella umvegis urd@kj.fo.

Umsóknir skulu sendast til starv@kj.fo

Umsóknarfreistin er 10. februar. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Líknandi størv

19. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið