KJ
Útgivið
10. oktober 2024
Útgongur
31. oktober 2024
Staður
33 Á Hjalla, 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.

Sum mekanikari hjá okkum kemur tú í stóran mun at taka tær av umvælingum, eftirlitum og klárgering av entreprenørmaskinum, lyftum og trukkum, umframt at annað vanligt smiðjuarbeið av aðrari útgerð kann væntast.

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
  • Egnan montørbil
  • Góða matarskipan
  • Starvsfólkatrygging

Vit vænta av tær
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørnaskin mekanikari ella líknandi, ella royndir við sýn og viðlíkahald av trukkum og liftum. Koyrikoyrt til persónbil er ein treyt.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tel. 58 88 51

Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2024.

Send okkum tína umsókn á starv@kj.fo ella søk her.

Vit seta fólk leypandi og rætta fólkið kann byrja beinanvegin, tí vit hava stóran eftirspurning frá kundum okkara.

Les meira: https://www.kj.fo/job-opening/mekanikarar-til-kj/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið