Útgivið
26. november 2021
Útgongur
9. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Køkshjálp til Betri Banka í Saltangará

Dámar tær at gera góðan og sunnan mat og at veita eina góða tænastu? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Tað arbeiða 25 starvsfólk á deildini hjá Betri Banka í Saltangará, og vit sóknast eftir einum dugnaligum fólki at starvast í køkinum. Trivnaður og arbeiðsgleði hava stóran týdning fyri okkum, og vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert fyrikomandi og álítandi.

Arbeiðstíðin er tríggjar tímar um dagin, og hetta kann leggjast til rættis eftir tørvi, tó skal maturin vera klárur kl. 12 hvønn gerandisdag. Arbeiðsuppgávurnar fevna um at keypa inn og at gera og borðreiða miðmála til starvsfólkini.

Lønin er sambært sáttmála millum FAG og avvarðandi felag.

Neyvari upplýsingar fært tú við at venda tær til Kristine Ellingsgaard, leiðari á deildini, á 548118 ella ke@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548224 ella bw@betri.fo.

Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. desember

Starvið verður sett sum skjótast.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið