Lýsing
Skriva út
Køkshjálp til Brimborg
Dámar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar?
Vit leita eftir einum persóni at arbeiða í køkinum, at byrja sum skjótast.
Arbeiði er í høvuðsheitum um kvøldarnar og í vikuskiftinum
Vit vænta, at tú....
- Tú elskar at gera mat og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
- Trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv.
- Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, strukturerað/ur og ikki bangin fyri at taka avgerðir.
- Hevur tú royndir innan øki er tað ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Sentanartreytir
Løn og setanartreytir sambært galdandi sersáttmála (gistingarhús- og matstovusáttmálan) millum HAK og FAG. Um tú hevur serligar viðkomandi royndir, verður lønin avtala okkara millum.
- Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við høvuðskokkin Bruno, tlf. 253779
Umsóknarfreist
Setanarsamrøður eru loypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett frá 11. oktober 2021.
- Send okkum tína umsókn við lívsrensli (cv), møguligum prógvum og viðmælum á brimborg@brimborg.fo