J&K Petersen P/f
Útgivið
1. november 2021
Útgongur
14. november 2021
Staður
Á Hjalla 13 FO-188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir formanni til betongarbeiðið. Starvið fevnir um, í samráð við projektleiðslu, at loysa arbeiðsætlanir innan økið. J&K Petersen hevur nógv arbeiðir í gerð, og hevur fyritøkan spennandi verkætlanir fyri framman.

Vit vænta, at tú dugir væl við fólki, og  verður tú við til at leiða og fordeilda arbeiðsuppgávur hjá einum dugnaligum starvsfólkahópi, ið hevur royndir á økinum og eru til dystin fús. Tú skal vera við til at planleggja uppstartin av ymiskum arbeiðum, og hartil eitt nú syrgja fyri, at neyðug amboð og tilfar altíð er á plássinum.

Førleikakrøv
Um tú hevur royndir innan betongarbeiði, og ert vanur við at ganga undan, er tað møguligani tær vit leita eftir. Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta at tú sum formaður, hugsar í praktiskum loysnum.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
  • Møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Løn, ið samsvara við útbúgving og royndir.

Arbeiðstíðin verður skipað sum vanlig arbeiðstíð. Tó kunnu broytingar koma í arbeiðstíðirnar, um tað krevst.

Tann ið settur verður skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 14. nov. 2021.
Um spurningar eru í samband við starvið ert tú vælkomin at tosa við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

 

Um J & K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið