Útgivið
21. september 2021
Útgongur
8. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Køksleiðari til Katrinu Christiansen

Hevur tú hug at seta tín dám á okkara sjarmerandi og søguligu matstovu Katrinu Christiansen? Vit sóknast eftir einum køksleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi og verður tí við til at menna, góðskutryggja og seta títt eyðkenni á matarskránna og dagligu gongdina í køkinum. Tú hevur, saman við køksleiðaranum á Hotel Hafnia, dagliga ábyrgd av køkinum, umframt bílegging og góðskutrygging av vøru.

Tín vangamynd

  • Tú hevur útbúgving sum kokkur
  • Tú dugir at leiða, læra og skapa gott samstarv millum starvsfólkini
  • Tú elskar at gera mat, og tað er umráðandi fyri teg at tryggja góða góðsku í tínum avriki og innan bjóðaðu matarskránna á Katrinu Christiansen
  • Tú ert von/vanur við at arbeiða fjøltáttað við fleiri ymiskum matarskráum

Setanartreytir
Løn er eftir avtalu.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 7. oktobur 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. til hr@hafnia.fo.

Anna Østerø, okkara køksleiðari, veit meira um starvið. Tú er vælkomin at senda tín fyrispurning á ao@hafnia.fo ella ringja til hennara á 233147.

Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av P/F Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið