Lýsing
Køkurin søkir eftir føðsluatstøðaralærlingum
Hevur tú hug at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, og læra at gera góðan og fjølbroyttan mat? So er hetta rætta læruplássið fyri teg.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum ídnum føðsluatstøðaralærlingum (ernæringsassistent) til setan 02.01.2022 ella eftir avtalu.
Køkurin fer at flyta í nýggja H-bygningin, har vit fara at hava Føroya mest framkomna stovnskøk. Vit bjóða tí eitt lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, og tú fært ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag, har tað eisini kann vera nógv at gera.
Um lærutíðina og útbúgvingina:
Lærutíðin er 2 ár og 9 mðr. Av hesum ert tú í skúla í 50 vikur. Skúlagongdin er í á tekniskum skúla í Føroyum og í Danmark.
Um tú hevur grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving, verður lærutíðin stytt tilsvarandi.
Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni Føðsluatstøðingur (yrkisdepilin.fo)
Her sæst yvirlit yvir allar skúlar í Danmark, sum eru góðkendir til útbúgvingina http://www.ernaerings-assistent.dk/
Vit ynskja:
- At tú ert ágrýtin og hevur hug at læra um og at framleiða rættan kost til sjúklingar og onnur
- At tú sum lærlingur ert álítandi, tekur ábyrgd og hevur lætt við at samstarva
- At tú dugir at nýta teldu á brúkarastøði
Skúlakrøv:
- Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Royndartíðin er 6 mánaðir.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella gudna@ls.fo
Umsóknarfreistin er 22.11.2021.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðuni www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.