Shop-In
Útgivið
12. juli 2025
Útgongur
26. juli 2025
Staður
Glyvravegur 17, 625 Glyvrar, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
T-post
shopin@shopin.fo

Lýsing

Shop-In søkir eftir tveimum nýggjum starvsfólkum, at byrja skjótast gjørligt.

  • Einum at arbeiða á fulla tíð, áleið 40 tímar um vikuna
  • Einum at arbeiða á hálva tíð, áleið 20 tímar um vikuna.

Vit leita eftir arbeiðssomum, kundavinarligum, jaligum, álítandi starvsfólkum, sum hava
áhuga í móta, og duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú verður partur av einum toymi, ið strembar eftir at verða við uppá tað nýggja innan
kvinnuklæðir, sum finnur loysnir framum trupulleikar, umframt at vilja taka sær væl av
hvørjum øðrum.

Hvat vit vænta av tær:

  • Tú ert jalig/ur og altíð er klár/ur at hjálpa kundum og starvfeløgum tínum.
  • Tú ert til reiðar at taka tær av ymiskum uppgávum og avbjóðingum.
  • Tú finnur loysnir, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Tú ert álítandi, heldur avtalur, og hevur skjótt við at læra.
  • Tú ert arbeiðssamur, og hevur áhuga í at selja og veita góða kundatænastu.

Útbúgving:

  • Tað er ikki eitt krav, at tú hevur eina útbúgving innan handilsyrki, men tað kann
    verða ein fyrimunur.
  • Tú hevur lokið fólkaskúla- og/ella miðnámsprógv.

Um okkum:
Shop-In er ein nýmótans klædnahandil, ið selur klæðir til kvinnur í øllum aldri. Okkum
dámar at vera virkin, umframt at fylgja nýggjasta ráki innan móta, tøkni og miðlar.

Vit eru ungar, frískar, og “við uppá tað”, men samstundis eisini “heilt niðri á jørðini”, og vilja
veita tí allarbestu tænastuna til kundar okkara.

Løn- og setanartreytir verða sambært avtalu.

Freistin at søkja er 25. juli 2025.

Kundi tú hugsað tær at verið ein partur av okkara toymi, so send okkum eina umsókn á
teldupost shopin@shopin.fo ella send eini boð til starvsleiðaran á tlf. 256361.

Shop-In
Glyvravegur 17
625 Glyvrar
Tlf. 227260

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið