Lýsing
Søkt verður eftir ergoterapeuti til fulltíðarstarv á Ergo- og Fysioterapiini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at byrja 1. juni ella eftir nærri avtalu.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9
seingjarplássum.
Á ergo- og fysioterapideildini starvast 14 fólk, 2 ergoterapeutar, 8 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Umframt er Bandagisttænastan Sahva knýtt at deildini.
Ergo- og fysioterapiin skipar, saman við seingjardeild, rehabilitering til innlagdar sjúklingar og uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so sum rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerose og hondkirurgi.
Vit vænta at tú:
- Hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
- Hevur royndir innan rehabilitering til fólk við seinheilaskaða (kann verða ein fyrimunur)
- Dugir væl at samskifta í skrift og talu
- Hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir
- Hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
- Ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi
- Ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
- Hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi
Vit bjóða tær:
- Eina væl útgjørda ergoterapi, við fakligheit á høgum støði
- Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
- Eitt tvørfakligt umhvørvi
- Eitt arbeiðsumhvørvi, ið setur prís uppá góðar sosialar relatiónir
Setanartreytir:
- Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum ergoterapeutur.
- Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard, telefon 235467, ella á telduposti: benadicta@ks.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 4. apríl 2024, kl. 12.00
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar