Lýsing
Søkt verður eftir ergoterapeuti at byrja 01.12.2025, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv
á 32 tímar um vikuna.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9
seingjarplássum.
Í Ergo- og fysioterapideildini starvast 14 fólk, 2 ergoterapeutar, 11 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari,
1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Umframt er Bandagisttænastan
Sahva knýtt at deildini.
Ergo- og fysioterapiin skipar, saman við seingjardeild, rehabilitering til innlagdar sjúklingar og
uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, so sum rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerose og hándkirurgi.
Vit vænta, at tú:
- hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
- hevur áhuga og kunnleika innan rehabilitering
- dugir væl at samskifta í skrift og talu
- hevur góð evni at samstarva og samskipa – eisini tvørtur um fakøkir
- hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt – í toymi og við bólkum
- ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi
- ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
- hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða tær:
- eina væl útgjørda ergoterapi, við fakligheit á høgum støði
- eitt tvørfakligt umhvørvi
- eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi, ið setur prís uppá góðar sosialar relatiónir.
Krøv til umsøkjara:
- Ergoterapeutútbúgving (danska autorisatión).
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.
Um tú ynskir at vita meira um starvi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran,
Benadictu Sólheim Ellingsgaard, tlf. 235467 ella teldupost: benadicta@ks.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 15.10.2025.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og
Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna
frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa
vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis
sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass,
sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk
innan 30 ymiskar fakbólkar.