Lýsing
Søk spennandi starv á Boyla klinikkatstøðingur ella annað hóskandi fólk.
Boyli flytur í nýggj høli á Klaksvíksvegi 85 í mai 2026 og søkir tí eftir fleiri starvsfólkum.
Hevur tú hug til at arbeiða á tannklinikk, so er hetta nakað fyri teg. Um tú ikki ert klinikkatstøðingur, men ert rætta fólkið, ber eisini til at søkja. Kundi tú hugsað tær at komið í læru, er tað eisini ein møguleiki.
Arbeiðstíðin er 2–5 dagar um vikuna, sum vit avtala nærri saman.
Á Boyla arbeiða vit við tannrætting. Vit viðgera børn, ung og vaksin. Arbeiðið er sera spennandi og fjølbroytt. Tú sleppur at arbeiða tætt saman við sertannlækna og fær møguleika at upplærast og førleikamenna teg í starvinum.
Arbeiðsuppgávur:
- arbeiða á klinikkini
- arbeiða í sterilisatiónini
- taka telefonina
- og annað klinikkarbeiði
Tað er ein fyrimunur at hava útbúgving, men ikki eitt krav.
Persónligir eginleikar: Vit vænta, at tú hevur hug at arbeiða við fólki, hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og at tú ert arbeiðssom/ur. Vit leggja dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði.
Setanarviðurskifti: Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk. Ert tú rætta fólkið, kunnu vit eisini tosa um lønina.
Hevur tú áhuga ella spurningar, kanst tú ringja til Halldis á Grønastøð, sertannlækna, á tel. 660700 ella skriva til halldis@boyli.fo.
Umsókn: Umsókn við avriti av prógvi, lívsrensli (CV) o.ø. skal sendast til halldis@boyli.fo. Umsóknarfreistin er 14. apríl 2026.