Petri tannklinikk
Útgivið
10. marts 2026
Útgongur
24. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lestrarstarv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Verð við at binda Føroyar saman

Um starvið

Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Ternuni. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí.

Høvuðsuppgávur sum 1. meistari eru at

  • Hava eftirlit og viðlíkahalda maskinrúmið og alla tekniska útgerð umborð
  • Tryggja, at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
  • Røkja annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er starv á sjónum, við skipaðum viðurskiftum, sum inniber skipað frítíð, yvirtíð og avspáking. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum.

Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.

Formlig krøv

Fyri at kunna søkja starvið krevst, at tú hevur:

  • Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
  • STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri
  • Heilsuváttan (bláa bók)
  • Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A-VI/1-2, A-VI/1-3
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Medisinska fyrstuhjálp, STCW VI/4-1
  • Bátaføraraskeið, STCW A-VI/2-1

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum, donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og pre-Master.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.

Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setan, løn og umsókn

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, í lønarflokki 4.

Nærri kunning fæst við at venda sær til maskinstjóran umborð á Ternuni á +298 393048 ella við telduposti til ternan.meistarar@ssl.fo

Umsóknarfreistin er 24. mars 2026.

Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.

Vit tilskila okkum ikki at seta nakran.

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

10. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið