Lýsing
Eysturoyar røktar- og ellisheim søkir eftir einum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi
Fyri at kunna liva upp til sjúkrarøktarfakligu krøvini, sum eru neyðug innan eldraøkið, setti Eysturoyar røktar- og ellisheim tríggjar kliniskar sjúkrarøktarfrøðingar í starv í januar 2019. Hesir stuðla, við teirra fakligu førleikum, undir at tryggja sjúkrarøktina á heiminum – umframt at tær hava ein týðandi leiklut í ávirkanini á tænasturnar og gerandisdagin á heiminum.
Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi eru 65 búpláss umframt 5 samdøgursrehabilitering-/umlættingarpláss. Deildirnar eru tríggjar – tvær á 24 búpláss harav 4 eru samdøgursrehabilitering/umlætting og ein demendeild við 21 búplássum og 1 umlættingarplássi. Á deildunum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á deildunum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.
Talan er um:
- Eitt starv á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum gerandisdagar og í dagtímunum 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðsdagarnir eru á 8 tímar.
Arbeitt verður í toymi og uppgávurnar eru býttar javnt millum teir tríggar sjúkrarøktarfrøðingarnar. Samstarvið er tætt og góð tíð er til fakliga sparring. Klinisku kjúkrarøktarfrøðingarnir mynda sjálvir starvið og leggja sjálvir arbeiðið tilrætttis. Ábyrgdarøkið eru tær sjúkrarøktarfakligu uppgávurnar sum eru á heiminum við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vanadamálsstøðum. Samstarvið er tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði internt og eksternt. Serlig fakøki s.s. heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión hava sjúkrarøktarfrøðingarnir um hendi.
Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førlleikamenning innan útbúgving og skeið.
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkennng sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika á brúkarastøði
Vit vænta at tú:
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing.
- Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
- Fyrimunur um tú hevur royndir innan eldrarøkt og/ella kliniska sjúkrarøkt
- Kann verða fyrimunur um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving.
- Kann verða fyrimunur um tú ert útbúgvin demenssamskipari.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sum skjótast til 1. september 2023 og lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Moniku Jakobsen, deildarleiðara tlf 290208 ella telduposti monkia@@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur”.
Umsóknarfreistin er 21.juli 2022. Setanarsamrøður verða í viku 30.
Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.
Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
Visiónin er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.
- At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
- At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”