Lýsing
Farloyvisstarv
Fyri at kunna liva upp til sjúkrarøktarfakligu krøvini, sum eru neyðug innan eldraøkið, setti Roðin í 2019 tríggjar kliniskar sjúkrarøktarfrøðingar í starv á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Hesir stuðla, við teirra fakligu førleikum, undir, at tryggja sjúkrarøktina á heiminum – umframt at teir hava ein týðandi leiklut í ávirkanini á tænasturnar og gerandisdagin á heiminum.
Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi eru 65 búpláss umframt 5 samdøgursrehabilitering- /umlættingarpláss. Deildirnar eru tríggjar – tvær á 24 búpláss harav 4 eru samdøgursrehabilitering/umlætting og ein demendeild við 21 búplássum og 1 umlættingarplássi. Á deildunum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiðið á deildunum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.
Talan er um:
- Eitt farloyvisstarv á brøk 0,8 fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyviá. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum gerandisdagar og í dagtímunum 3. hvørt vikuskifti.
- Arbeiðsdagarnir eru á 8 tímar. Møguleiki er at koma upp í brøk eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í toymi og uppgávurnar eru býttar javnt millum teir tríggjar sjúkrarøktarfrøðingarnar, soleiðis, at teir eru knýttir til hvør sína deild – í hesum føri er starvið í høvuðsheitum í Suðurstovu. Samstarvið er tætt og góð tíð er til fakliga sparring. Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir mynda sjálvir starvið og leggja sjálvir arbeiðið tilrætttis. Ábyrgdarøkið eru tær sjúkrarøktarfakligu uppgávurnar sum eru á heiminum við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vanadamálsstøðum. Samstarvið er tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði internt og eksternt. Serlig fakøki s.s. heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión hava sjúkrarøktarfrøðingarnir um hendi.
Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førleikamenning.
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika á brúkarastøði
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir visión og kjarnuvirði Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
- Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi.
- Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing.
- Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan eldrarøkt og/ella kliniska sjúkrarøkt - og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur eftirútbúgving sum Demenssamskipari og Kliniskur vegleiðari.
Setanarviðurskifti
Farloyvisstarvið er frá 1. okt. 2025 ella fyrr, til 31. okt 2026, - og lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara tlf. 290205 ella telduposti kristbjorgp@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur”.
Umsóknarfreistin er 21. august 2025. Samrøður eru settar at vera 26. august 2025.
Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.
Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
Visiónin er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.
- At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
- At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”