Almannaverkið
Lýsing
Søkt verður eftir køksfólki til kantinuna á Staravegi 18 í Tórshavn. Vit leita eftir fólki sum dámar og hevur hegni at gera mat.
Um starvið
Talan er um eitt fast starv fulla tíð at seta skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Tórshavn.
Í køkinum arbeiðir føðsluatstøðingur, sum leiðir køkin, eitt køksfólk og ein næmingur. Umleið 140 starvsfólk arbeiða í høvuðssætinum.