p/f OY
Lýsing
Matstovan í OY leitar eftir einum køksfólki at byrja skjótast gjørligt.
Skrætt svín, fiskur í øldeiggi, saltfiskabrandada, oksariv... einfalt og óhátíðarligt. Soleiðis er matskráin í nýggja matstaðnum í OY.
Her ganga handverk, matur, øl og atmosfera upp í eina hægri eind. Matstovan er opin mikudag – leygardag.
Heldur tú, eins og vit, at øl og matur ganga hond í hond? Og droymir tú um at starvast við matgerð?
So smekka eina umsókn avstað til sigmundur@oy.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.