Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
3. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Vit sóknast eftir køksfólki
Køksfólki í farloyvistarv til Norðoya Ellis- og Vistarheim á starvsbroti 0,475 at byrja skjótast gjørligt. Starvið er í fyrstu syftu til 1. september 2026, møguliga longri. Arbeitt verður aðru hvørja viku frá fríggjadag til hósdag. Arbeiðstíðin er 6 tímar gerandisdagar, har vaktin er frá kl. 8:00 til 14:00, og 4 tímar í vikuskiftinum, har vaktin er frá kl. 9:00 til 13:00.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 9 fólk. Endamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum góðan og føðslurættan kost eftir tørvi.

Vit vænta:

  • At tú ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/-ur
  • At tú megnar at arbeiða saman við starvs- og búfólkum í mun til teirra tørv og ynskir, og soleiðis stuðlar undir einum góðum arbeiðsumhvørvi og trivnað í húsinum
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv og karmar
Kravið til starvið er, at tú hevur áhuga fyri føðslugóðum kosti og hegni til at starvast í einum køki. Royndir innan matgerð kunnu vera ein fyrimunur. Væntað verður somuleiðis, at tú er røkin og hevur góð evni at samskifta og samstarva.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Line Munk, virkandi deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi, á tel. 793420 ella við telduposti til linem@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av arbeiðsroyndum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 3. mars 2026.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið