Lýsing
Søkt verður eftir fólki til at matgera í Sóljugarði, at byrja 1. oktober 2024 til 1. januar 2026. Talan er um eitt barsilsstarv á 25 tímar um vikuna.
Um okkum
Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga í løtuni 74 børn.
Arbeiðsuppgávur:
- Matgera miðmála til børnini, mánadag til fríggjadag
- Matgera breyð við viðskera eina ferð um vikuna
- Standa fyri innkeypi av mati
- Halda køkin reinan og ruddiligan v.m
- Matgera við serlig høvir s.s starvsfólkafund vm.
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt
- Setir teg inn í okkara kostpolitikk og arbeiðir út frá hesum
- Fleksibul og tolir broytingar
- Røkin og vísir arbeiðssemi
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Søk starvið við at kliggja á SØK NÚ knappin á høgru síðu viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum. Umsóknarfreistin er mánadagin 23. september 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jana Egholm, leiðara, á tlf. 794456.