Lýsing
Ert tú áhugað/ur í matgerð, og forvitin eftir at royna teg í einum køki? so kann tað vera, at tað er tær vit sóknast eftir.
Starvstíðin er frá juni til august, við møguleika at halda áfram eftir tað.
Køkurin á Fiskastykkinum ger spennandi mat við nógvum staðbundum rávørum. Vit arbeiða saman sum eitt toymi, sum leggur seg eftir at gera sær góðan ómak, og samstundis at hava tað festligt í køkinum. Vit arbeiða í skiftandi vaktum.
Umsókn kann sendast til fiskastykkid@fiskastykkid.fo. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til okkum á tlf. 260305.
Beinta Gudmundsen
Fiskastykkið
Úti á Bakka 12
FO-360 Sandavágur
Faroe Islands
Email: fiskastykkid@fiskastykkid.fo
Mobile: +298 250600
www.fiskastykkid.fo
www.facebook.com/fiskastykkid
@fiskastykkid