Lýsing
Tað hendur nógv í Horninum í SMS. Vit eru farin undir at menna og víðka um matarlepan, og tí hava vit tørv á eini køkshjálp til parttíðarstarv.
Vit leita eftir einum álítandi og arbeiðssomum starvsfelaga, sum trívist í einum arbeiðsumhvørvi við høgari ferð og sum dámar at arbeiða í toymi.
Tú kemur at fáast við matgerð av ymiskum slagi saman við øðrum starvsfólkum í køkinum.
Tað er umráðandi, at tú er dygdartilvitin, arbeiður skipa og gongur høgt upp í reinføri.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan matgerð ella køksarbeiði, men tað er ikki ein treyt - vit læra teg tað, sum tú skal vita.
Talan er um eitt starv á 20 tímar um vikuna.
Møguleiki er fyri fleiri tímum, um ynski er um tað.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425. Y
nskir tú at gerast partur av toyminum, kanst tú søkja starvið her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2373