Lýsing
Hevur tú hug at gerast partur av okkara sjarmerandi og søguligu matstovu í hjartanum av Tórshavn? Vit sóknast eftir køkshjálp at starvast fulla tíð.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar starvsfelagar at læra teg upp. Harafturat verður tú ein partur av einum góðum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.
Tú
- elskar at gera mat
- hevur royndir at starvast í einum køki
- trívist í einum livandi umhvørvi
- ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært Gistingarhússáttmálanum.
Umsóknarfreist
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER. Freistin at søkja er 29. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Vilt tú vita meira um starvið?
Set teg í samband við køksleiðaran, Gerrit van Der Heide á telefon 233147.
Um Katrinu Christiansen
Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.
Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt.