Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
10. juli 2024
Útgongur
24. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tímir tú at matgera, ert kreativ/-ur og dámar at veita eina góða tænastu? So er tað kanska tær, vit leita eftir! Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi manglar eina køkshjálp frá 1. septembur ella eftir avtalu.

Starvið er 28 tímar um vikuna og sum útgangsstøði er arbeiðstíðin frá kl. 8.00 til 15.00. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskifti.

Vit leggja okkum eftir at veita góða kostrøkt og tænastu til sjúklingar og øll okkara viðskiftafólk. Vit framleiða mat til eina sjúklingadeild, røktarheim og sambýli, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Starvið umfatar lættari matgerð, arbeiði í kantinu, dagliga reingerð, uppvask og annað fyrifallandi.

Førleikakrøv
Vit vænta av tær, at tú:

- hevur góð samstarvsevnir
- ert arbeiðssom/samur og nærløgd/-lagdur
- ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
- hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan
- ert fleksibul og hevur evni at raðfesta
- Við serligum atliti til arbeiðið í kantinuni
- ert kreativ/ -ur, sært møguleikar og dámar at matgera smærri rættir til sølu
- ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og dámar væl at fáast við kundar og onnur viðskiftafólk
- Royndir við arbeiði í køki, kantinu ella líknandi kann vera ein fyrimunur
Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, har tú saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, kanst fáa ávirkan á tænastuna hjá køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á tel. 229229 ella umvegis teldupost: elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 24. juli 2024, kl. 12:00.

Umsókn skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara, www.sjukrahus.fo, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni “Um okkum”.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið