Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
18. juli 2024
Útgongur
16. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður køkshjálpara til farloyvisstarv í køkini í tíðarskeiðinum 01.09.2024 til og við 31.07.2025.

Í køkini starvast 10 starvsfólk. Vit gera mat til sjúklingar á sjúkrahúsinum, búfólk á Suðuroyar ellis- og røktarheimi, heimabúgvandi pensionistar, kantinuna og annað virksemi á sjúkrahúsinum.

Starvið er tímalønt starv á í miðal 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 gerandisdagar og 3. hvørt vikuskifti.

Starvið umfatar í høvuðsheitum reingerð, lættari matgerð, arbeiði í kantinu, pakking av mati og annað fyrifallandi arbeiði í køkinum.

Vit vænta, at tú

  • hevur góð samstarvsevni
  • ert røkin og álitandi
  • ert arbeiðssom/-samur og nærløgd/-lagdur
  • ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
  • ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
  • skipaða innleiðslu og upplæring.

Løn og setanartreytir eru sbrt. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita við at venda sær til Armgarð Strøm, økonomu tlf. 34 33 00.

Umsókn, CV og viðkomandi skjøl skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 16. august 2024.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið