Lýsing
Ert tú útlærdur kokkur, og hevur tú hug at gerast køksleiðari á matstovuni Ruts á Hotel Føroyum?
Ruts er matstovan á Hotel Føroyum við útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.
Vit borðreiða við einari matskrá við grønmetis- og sjógætisrættum umframt rættum við føroyskum neytakjøti.
Sum køksleiðari fevna tínar arbeiðsuppgávur um:
∙ At menna nýggjar matskráir
∙ At hava ábyrgdina av, at góðskustøðið er høgt og støðugt
∙ At virka sum ovasta leiðsla í køkinum
∙ At eggja starvsfólkunum at halda eitt høgt góðskustøði
Vit vænta, at tú:
∙ Ert útlærdur kokkur
∙ Ert arbeiðssom/arbeiðssamur
∙ Hevur ein jaligan hugburð og eitt gott eyga fyri smálutum
Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til hr@gistogvist.fo