Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. juni 2024
Útgongur
30. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, og gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. august 2024 ella eftir avtalu.

Læruplássið er í einum góðum arbeiðsumhvørvi, í nýggjum umstøðum, nú vit eru flutt inn í H bygningin. Tú fert at fáa ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag, har tú í lærutíðini m.a. fert at læra at gera føroyskan mat, baka, gera bæði kaldar og heitar rættir til sjúklingar og onnur við ymiskum tørvi.

Vit gera hvønn dag mat til nógv fólk, vit ganga høgt upp í góða góðsku og at fyribyrgja matoyðsli.

Um lærutíðina og útbúgvingina:
Lærutíðin er 2 ár og 11 mðr. Av hesum ert tú í skúla í 50 vikur. Skúlagongdin er í á tekniskum skúla í Føroyum og í Danmark.

Um tú hevur grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving, verður lærutíðin stytt tilsvarandi.

Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni Føðsluatstøðingur (yrkisdepilin.fo)

Her sæst yvirlit yvir allar skúlar í Danmark, sum eru góðkendir til útbúgvingina http://www.ernaerings-assistent.dk/

Vit ynskja:

  • At tú ert ágrýtin og hevur hug at læra um, og framleiða, rættan kost til sjúklingar og onnur
  • At tú sum lærlingur ert álítandi, tekur ábyrgd og hevur lætt við at samstarva
  • At tú dugir at nýta teldu á brúkarastøði.

Skúlakrøv:

  • Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 30. juni 2024.

Vinarliga søk starvið her.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum
Køkurin, ið eisini fevnir um kafeina, er deild undir Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Tænastudepilin fevnir eisini um Teknisku deild, Vaskaríið, Felagsgoymsluna, Medico teknisku deild og Tænastudeildina.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið