LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
18. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, og gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. februar 2023 ella eftir avtalu.

Læruplássið er í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har tú fært ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag. Í lærutíðini fert tú m.a. at læra at gera føroyskan mat, baka, gera bæði kaldar og heitar rættir til sjúklingur og onnur við ymiskum tørvi.

Vit gera hvønn dag mat til nógv fólk, vit ganga høgt upp í góða góðsku og at fyribyrgja matoyðsli.

Um lærutíðina og útbúgvingina
Lærutíðin er 2 ár og 11 mðr. Av hesum ert tú í skúla í 50 vikur. Skúlagongdin er í á tekniskum skúla í Føroyum og í Danmark.

Um tú hevur grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving, verður lærutíðin stytt tilsvarandi.

Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni Føðsluatstøðingur (yrkisdepilin.fo)

Her sæst yvirlit yvir allar skúlar í Danmark, sum eru góðkendir til útbúgvingina http://www.ernaerings-assistent.dk/

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið