Hotel Brandan
Útgivið
9. juni 2026
Útgongur
28. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Droymir tú um at læra kokkakynstur í einum altjóða og fjølbroyttum umhvørvi? Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga køkstoymi, har tú sleppur at læra og mennast í einari spennandi og livandi vinnu.

Um starvið

Sum kokkalærlingur á Hotel Brandan verður tú ein virkin partur av einum hjálpsomum køkstoymi, har tú fært møguleika at læra, royna teg fram og mennast.

Tú arbeiðir við fyrireiking og matgerð til:

  • Morgunmat og brunsj
  • A la carte rættir
  • Føroyskar rávørur
  • Mat út av húsinum
  • Veitslur og ráðstevnur

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivnað, góðsku og tænastu
  • Eitt gott lærlingaumhvørvi við royndum og hjálpsomum kokkum
  • Lærupláss á einum 4-stjørnaðum Green Key góðkendum hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert álítandi, fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin
  • Ert forvitin og hevur áræði at læra og royna teg við ymiskum rávørum
  • Arbeiðir væl í toymi og dugir eisini at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur staðið fyrsta skúlaskeiðið (ikki eitt krav, men ein fyrimunur)

Umsóknarfreist og setanartreytir

Starvsbyrjan er 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 28. juni 2026.

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Ert tú forvitin at hoyra nærri um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja til køksleiðaran Jaspur Svabo Jørgensen á tlf. 22 75 70.

Um útbúgvingina

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, og tú skiftir millum lærutíð og skúlagongd.

Hevur tú tikið grundskeiðið frammanundan, er lærutíðin styttri.

Les meira um útbúgvingina her:


https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/matur/kokkur

Søk starvið

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi.

Søk starvið her:


https://hafnia.fo/vacancies/kokkalaerlingur/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið