Lýsing
Droymir tú um at læra kokkakynstur í einum fjølbroyttum og læruríkum umhvørvi? Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einari spennandi og livandi vinnu.
Um starvið
Sum kokkalærlingur á Hotel Hafnia verður tú partur av einum toymi, har matgerð, reinføri og gestatænasta eru í hásæti. Tú borðreiðir, fyllir upp, kunnar gestir og heldur køkin reinan. Tú ert álítandi, fyrikomandi og elskar at royna teg fram. Tað eru fýra lærlingar á hotellinum í løtuni, og tú verður partur av hesum lívliga, hjálpsama toymi.
Tú kemur at kokkast við lekkrum morgunmati, tapas úr føroyskum rávørum, mati út av húsinum, umframt at gera mat til veitslur og ráðstevnur.
Vit bjóða
- Gott samanhald
- Læru um tænastu á høgum altjóða støði
- Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
- Møguleika at royna teg á Hotel Brandan og á Katrinu Christiansen
- Eitt umhvørvi, har tú fært ábyrgd og møguleika at mennast fakliga og persónliga
- Lærupláss á einum GreenKey, 4-stjørnaðum hotelli
Vit vænta, at tú
- Ert álítandi, fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin
- Hevur hug at royna teg í einum køki og læra frá royndum kokkum
- Ert klár/ur at arbeiða í einum toymi og taka ábyrgd
- Hevur tikið grundskeiðið (hetta er ikki krav, men ein fyrimunur)
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvsbyrjan er 5. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 26. september 2025. Vit lesa umsóknirnar so hvørt tær koma inn. Ljóðar hetta spennandi: Kom so við í okkara toymi og send tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER
Lærutíðin er um 4 ár og tú skiftir millum lærutíð og skúlagongd. Hevur tú tikið grundskeiðið áðrenn, er lærutíðin styttri. Ert tú forvitin at hoyra nærri um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara F&B leiðara Peter Hentze, á tlf. 23 31 46 ella ph@hafnia.fo.