Hotel Vágar
Útgivið
23. april 2025
Útgongur
18. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nýggja matstovan á Hotel Vágum leggur størsta dent á at veita gestum framúr matupplivingar – tí leita vit eftir einum ágrýtnum og nærløgdum kokkalærlingi.

Vit bjóða
Tú verður partur av serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða. Hetta er eitt mennandi, fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss, har eingin dagur er eins. Matstovan á hotellinum hevur helst besta og nýggjasta køk í landinum og tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið hotel, har bæði ferðin og krøvini eru høg.

Vit vænta at tú

  • Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
  • Brennur fyri at veita høga góðsku, har reinførið er í hásæti
  • Dámar væl at arbeiða í skiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi

Setan
Útbúgvingin sum kokkur er ein yrkisútbúgving, har tú skiftir ímillum at ganga í skúla og at læra/arbeiða. Útbúgvingarlongdin er 3 ár og 9 mánaðar og arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Lærlingaløn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til martins@hotelvagar.fo í seinasta lagi 18.05.2025. Samrøður verða stutt eftir tað. Byrjanardagur er skjótast gjørligt. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Fyri meira kunning um læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Martin Sveinbjarnarson Jakobsen, køksleiðara, á martins@hotelvagar.fo ella á tel. 281400

Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.

Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið