P/F Smyril-Line
Útgivið
15. januar 2024
Útgongur
1. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Tú sleppur at royna teg innan alt frá fínari matgerð til at matgerða til starvsfólkamessuna. Umborð hava vit kafeteria, buffet matstovu og a la carte matstovu, og tí eru nógvar spennandi uppgávur í køkinum. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.

Lærutíðin
Lærutíðin er millum 3 ár og 3 mánaðir og 3 ár og 9 mánaðir. Til ber at taka skúlagongdina antin í Føroyum ella í Danmark. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi grundskeið, men tó ikki ein treyt.

Sum lærlingur í Smyril Line samtakinum fært tú í lærutíðini møguleika at royna teg á øðrum matstovum í samtakinum.


Tú ert álítandi, fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin.

Fyri at mynstra umborð á Norrönu er krav, at tú ert minst 18 ár.

Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.

Starvssetan- og treytir
Starvsbyrjan er eftir avtalu, og vit bíða fegin eftir rætta lærlinginum.

Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freistin at søkja
Umsóknarfreistin er 1. mars 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir viðkomandi starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor, vita meira um størvini. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344835 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.

 

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi

Líknandi størv

Kokkalærlingur til Norrönu   Faroe Islands
21. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið