Lýsing
Droymir tú um at læra kokkakynstur í einum fjølbroyttum og læruríkum umhvørvi? Nú hevur tú møguleikan at gerast kokkalærlingur umborð á Norrönu, har tú fært royndir við at matgera til ymiskar matstovur og matskráir, sum tæna ferðandi úr øllum heiminum. Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum serstakar upplivingar. Tú verður ein týðandi partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.
Les meira um matstovurnar umborð á Norrönu her:
Matstovur/Café
Lærutíðin
Lærutíðin tekur 3 ár og 9 mánaðir. Til ber at taka skúlagongdina antin í Føroyum ella í Danmark.
Tín vangamynd
Tú ert álítandi, fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin.
Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Fyri at mynstra umborð á Norrönu er krav, at tú ert fylt/ur 18 ár.
Starvssetan- og treytir
Vit vænta, at tú hevur staðið viðkomandi grundskeið, og ert klár/ur at taka næsta stig.
Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 17. august 2025. Starvsbyrjan er eftir avtalu, og vit bíða fegin eftir rætta lærlinginum.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Vilt tú vita meiri um starvið?
Send ein fyrispurning til køksleiðararnar Jean Alex Midjord ella Helga Bláskor við at skriva til executivechef@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavinum, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes, og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.