Útgivið
22. april 2022
Útgongur
6. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Kokkar, kokkalælingar og matstovuleiðari til OY

SKJÓTT letur OY dyrnar upp fyri gestum, og vit gleða okkum so ómetaliga nógv at bjóða tykkum vælkomnum innum í stóra og flotta bryggjaríið, har lagt verður upp til gott lag við leskiligum øli og mati. Ja! Tú læs rætt - OG mati.

Ikki einans fara vit at rætta leskiligar øl yvir borðdiskin; Vit fara eisini at borðreiða við smakkríkum barbecue rættum í ektaðum brewpub manéri! Tí leita vit eftir einum matstovuleiðara, kokkum og kokkalærlingum, ið hava hug at vera við at byggja upp nýggja virksemið á Hálsi.

So ert tú útbúgvin kokkur, ella ynskir tú at koma í læru hjá okkum sum kokkalærlingur? Ella ert tú júst tann matstovuleiðarin, sum vit leita eftir? OG heldur tú, at øl, matur og góður hýrur ganga hond í hond? So hoyra vit fegin frá tær!

Hevur tú spurningar til størvini, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til petur@oy.fo ella sigmundur@oy.fo

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn, ið kann sendast til petur@oy.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið