Skeiva Pakkhús
Lýsing
Hevur tú kokkaútbúgving ella áhuga fyri matgerð? Og kundi tú hugsað tær at fingið royndir við og nógvan lærdóm um italska matgerð? So les víðari.
Í hugnaligu og fjálgu matstovuni við Rættará í Havn borðreiða vit við italsktinspireraðum rættum við føroyskum fiski, skeljadjórum og øðrum.
Saman við dugnaligu kokkum okkara, verður tú við til at menna matskránna í Skeiva Pakkhúsi umframt at varðveita góðu góðskuna.
Áhugaði kunnu senda eina umsókn til hansandrias@skeivapakkhus.fo