Hotel Føroyar
Útgivið
9. juni 2026
Útgongur
22. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kom og ver partur av køkstoyminum á føroya størsta hotellið.

Málið hjá okkum er, at góðskan er í hásæti, óansæð nær á degnum gesturin vil eta. Vit seta gestin í miðdepilin, og gera okkara fyri, at hann følir seg vælkomnan, og at hann fær eina góða uppliving við góðum mati og og góðari tænastu.

Nærri lýsing av størvunum niðanfyri.

Morgunmatarkokkur

  • Fyrireika og seta morgunmatarbuffeina upp, áðrenn gestirnir koma.
  • Syrgja fyri, at bufféin altíð er ruddilig, og at maturin sær væl út.
  • Arbeiða fyri, at seinasti gesturin fær somu góðu uppliving sum tann fyrsti.
  • Halda køk, buffét og arbeiðsøki reint og ruddiligt allan dagin.
  • Møta gestinum har ið hann er og hjálpa gestum við serligum ynskjum, spurningum og tørvi

Um tú vilt søkja starvið, send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Morgunmatarkokkur”.

Kokkur til fundar- og veitslukøkin

Sum kokkur í fundar- og veitslukøkinum, fert tú at:

  • Gera mat til smáar fundir, til móttøkur og til stórar veitslur og ráðstevnur
  • Arbeiða við bæði føroyskum og altjóða mati.
  • Halda køk, buffét og arbeiðsøkið reint og ruddiligt allan dagin.
  • Arbeiða í einum toymi, ið leggur dent á góðsku, smakk, og at gesturin fær eina góða uppliving.
  • Tillaga matskránna og matgerð eftir tørvi og ynski hjá gestinum.

Um tú vilt søkja starvið, send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Kokkur til fundar- og veitslukøkin”.

Køkshjálp

  • At hjálpa kokkunum við fyrireikingum, matgerð og øðrum dagligum arbeiðsuppgávum í køkinum.
  • Hjálpa teimum ymisku deildunum í køkinum, tá tørvur er á eyka hondum.
  • Halda køk, buffét og arbeiðsøki rein og ruddilig gjøgnum allan dagin.
  • Arbeiða saman við restini av toyminum fyri at tryggja eina góða tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Um tú vilt søkja starvið, send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Køkshjálp”.

Hevur tú spurningar til eitt av størvunum, kanst tú venda tær til Svein Fuglø, høvuðskokk á tlf. +298 217508 ella á teldupost sveinur@hotelforoyar.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið