Smyril Line
Útgivið
7. juni 2022
Útgongur
7. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søkir eftir kokki til avloysaratúr við handilsskipinum Eystnes frá 10. – 24. juni 2022.

Uppgávur
Tín høvuðsábyrgd verður at gera góðan mat til manningina umborð. Harumframt at keypa proviant, um tað manglar eitthvørt.

Førleikakrøv

  • Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum ella fulla kokkaútbúgving
  • Heilsuprógv og trygdarskeið v. eldsløkking (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)

Umsøkjarar uttan vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum men við fullari kokkaútbúgving kunnu eisini søkja. Tó er eitt krav, at hesir umsøkjarar hava trygdarskeið v. eldsløkking og heilsuprógv, sum gevur atgongd til vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum.

Av persónligum eginleikum leggja vit dent á, at tú ert arbeiðssamur, sjálvstøðugur og hevur góð samstarvsevnir.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. umvegis starv@smyrilline.fo. Vit lesa umsóknirnar leypandi.

Umsóknarfreistin er mikudagin 8. juni 2022.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til HR mennara Hallu Midjord á 235951.

UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið