Lýsing
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir eftir kokki til fast starv at arbeiða aðruhvørja viku.
Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar. Stovnurin hevur opið alt
døgnið allar dagar í árinum
Lýsing:
Sum kokkur á Heilbrigdi kemur tú at hava ábyrgdina av køkinum. Tú arbeiðir í 7 dagar og hevur frí í 7 dagar.
Afturat tær er ein annar kokkur, sum arbeiðir ta vikuna, sum er tín frívika.
Vit vænta, at umsøkjarin:
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
- er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar,
- misnýtarar og hevur góð samstarvsevni
- hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á stovninum
- hevur útbúgving sum kokkur
- reina revsiváttan
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum
Talan er um eitt starv á 56 tímar aðruhvørja viku í dagvaktum
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið
Starvið verður lýst til setanar frá 1. januar 2024
Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.
Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm, stovnsleiðara
ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo
Umsóknin við prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 26. november 2023
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara á telefon 580379 ella til Stanley Olsen, verandi kokk á telefon 211099