Lýsing
Nýggja matstovan á Hotel Vágum leggur størsta dent á at veita gestum framúr matupplivingar – tí leita vit einum eftir ágrýtnum og nærløgdum kokki.
Vit bjóða
Tú verður partur av serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða. Hetta er eitt mennandi, fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss, har eingin dagur er eins. Matstovan á hotellinum hevur helst besta og nýggjasta køk í landinum og tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið hotel, har bæði ferðin og krøvini eru høg.
Vit vænta at tú
- Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
- Brennur fyri at veita høga góðsku, har reinførið er í hásæti
- Dámar væl at arbeiða í skiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
- Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi
Setan
Starvið eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til martins@hotelvagar.fo í seinasta lagi 18.05.2025. Samrøður verða stutt eftir tað. Byrjanardagur er skjótast gjørligt. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Fyri meira kunning um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Martin Sveinbjarnarson Jakobsen, køksleiðara, á martins@hotelvagar.fo ella á tel. 281400
Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.