P/F SMS
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
10. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú útlærdur kokkur, og kundi tú hugsa tær at ment og skipa gastronomiina í Føroya størsta og fremsta gourmethandli?

Vit fara í næstum undir at gera nakrar spennandi broytingar í krásadeildini í Miklagarði, og leita vit eftir rætta fólkinum, ið kann vera við at hugskotsmenna og fremja hesar broytingar í samstarv við starvsfólkini á deildini.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:
M.a. at menna nýggjar rættir og matloysnir.
At tryggja, at okkara konsept, støðufesti og mannagongdir standa við.
At vera við í tí dagligu framleiðsluni og kundatænastuni.
At leiða og hugsavna okkara starvsfólk og somuleiðis fylgja við gongdini á matvørumarknaðinum.

GOTT HANDVERK OG FAKLIGUR STOLTLEIKI:
Tú skalt vera útlærdur kokkur ella líknandi – helst við drúgvum royndum.
Vit vænta, at tú tekur ábyrgd, ert dygdartilvitin og gongur høgt uppí reinføri.
Tú vilt tæna øllum okkara kundum, veita teimum góða leiðbeining og skapa nýggjar og kveikjandi upplivingar.

Tú arbeiðir virkin og ert góðskutilvitað/ur í gerandismeldrinum.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag og annaðhvønn leygardag.

Løn er eftir avtalu.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja 2. januar 2023. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, slaktarameistara, á telefon 233432.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið