P/F SMS
Útgivið
5. februar 2025
Útgongur
22. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til Krásadeildina í Miklagarði leita vit eftir einum framsøknum kokki! Hjá okkum skal tú vera við at gera teir vælkendu og vældámdu rættirnir, samstundis sum tú sleppur at seta tín egna dám á starvið við at hugskotsmenna og royna nýggjar rættir og/ella matgerðarhættir.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR:

  • M.a. at menna nýggjar rættir og matloysnir.
  • At tryggja, at okkara konsept, støðufesti og mannagongdir standa við.
  • At vera við í tí dagligu framleiðsluni og kundatænastuni.
  • At fylgja við gongdini og rákunum á matvørumarknaðinum.

GOTT HANDVERK OG FAKLIGUR STOLTLEIKI:
Tú skalt vera útlærdur kokkur ella líknandi. Vit vænta, at tú tekur ábyrgd, ert dygdartilvitin og gongur høgt uppí reinføri. Tú vilt tæna øllum okkara kundum, veita teimum góða leiðbeining og skapa nýggjar og kveikjandi upplivingar. Tú arbeiðir virkin og ert góðskutilvitað/ur í gerandismeldrinum.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag og annaðhvønn leygardag.

Løn er eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til starv og/ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.

Tú søkir starvið her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2333

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið