P/F Smyril-Line
Útgivið
11. februar 2025
Útgongur
9. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum royndum og ágrýtnum kokki til Norrönu. Hevur tú ein brennandi áhuga fyri matgerð og ynskir at arbeiða í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, so er hetta starvið júst nakað fyri teg!

Vit bjóða tær eitt gevandi starv við útsýni yvir Atlantshavið, har tú gerst partur av einum dugnaligum og ágrýtnum toymi. Umborð hava vit a la carte matstovu, buffet matstovu og kafeteria, og tí eru nógvar spennandi uppgávur í køkinum, har vit leggja stóran dent á at geva gestum okkara eina góða mataruppliving. Tú siglir 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.

Tú ert útbúgvin kokkur. Vit virðismeta allarmest títt virkni, og at tú heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin. Tað er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.

 

Starvssetan- og treytir

Talan er um fyribils tíðaravmarkað starv frá fyrst í april 2025 til seinast í oktober 2025, men við møguleika fyri at leingja setanin.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

 

Freistin at søkja

Umsóknarfreistin er 9. mars 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor hava størri vitan um starvið. Tú er vælkomin at senda teimum ein fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.

 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið