WAAG
Lýsing
Kundi tú hugsað tær at komið í læru á goymsluni hjá okkum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Vit søkja eftir einum lærlingi til goymsluna at byrja eftir summarferiuna. Útbúgvingin tekur millum tvey og fýra ár - alt eftir hvørja miðnámsútbúgving tú hevur frammanundan. Størsti parturin av útbúgvingini fer fram á goymsluni hjá okkum, men skúlagongd á Glasi er eisini partur av útbúgvingini.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Torkil Vinther Lindenskov, goymsluleiðara, á tel. 56 36 02.
Umsókn o.a. kann sendast til torkil@waagbilar.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.