UNIVICE
Útgivið
2. februar 2023
Útgongur
13. marts 2023
Staður
Rókahavnin 8 FO-620 Runavík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit bjóða eitt lærupláss á goymsluni hjá okkum. Tú kemur at arbeiða við at innkeypi og móttøku av vørum, og við goymslustýring.

Tú kemur at brúka NEMA Lundin skipanina, at menna goymsluna við.

Førleikar:

  • Álítandi og dugur at taka ábyrgd
  • Hevur prógv frá miðnám
  • Ert skipað/ur og fleksibul
  • Hevur lætt við at samskifta við fólk
  • Dugur at  samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu.

Skúlagongdin er í Danmark.

Umsóknarfreistin er 13. februar 2023. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Send umsókn við prógvum, lívsrensl og møguligum ummælum, til jho@univice.fo, og viðmerk lærupláss goymsla. Tú kann eisini senda umsóknina í bjálkanum til høgru.

Ynskir tú at fáa meira at vita, kann tú ringja til Marjun Nord á Líðini, tlf. 22 76 00.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Um Univice
Univice varð stovnað í 2010, og er ein tænastuveitari til framleiðsluvinnuna. Felagið er staðsett í Runavík, og hevur 30 fólk í starvi. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú:

  • Framleiðsla og Umvæling av skipum og virkjum
  • Nýgerð og umvæling av glasfiburbátum
  • Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
  • Framleiðslubúnaður úr rustfríum stáli

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið