Oilwind
Útgivið
13. marts 2026
Útgongur
30. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú hava eitt lærupláss, har tú veruliga sleppur at royna teg?
Hjá Oilwind fært tú ikki bara eitt vanligt lærupláss. Tú verður partur av einum føroyskum virki við altjóða virksemi, har arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, ábyrgdin er verulig, og har tú fær møguleika at læra nógv innan bæði sølu, fyrisiting og altjóða samstarv.

Vit eru eitt lítið, men sera dugnaligt toymi, sum saman umsitur eitt breitt virksemi. Úr Føroyum arbeiða vit við menning, sølu, keypi, marknaðarføring, tekniskari dokumentatión, kundasupport og logistik, meðan framleiðslan fer fram uttanlands. Tað merkir, at tú sum lærlingur kemur tætt upp í nógv ymisk arbeiðsøki og fært eina góða fatan av, hvussu eitt altjóða virki verður rikið í verki.

Um okkum
Umleið 80% av søluni er uttanlands, og vit arbeiða dagliga saman við altjóða kundum, distributørum og endabrúkarum innan fiskivinnu.

Hjá okkum er eingin dagur eins. Vit arbeiða bæði við verandi vørum og marknaðum, samstundis sum vit viðlíkahalda, menna og laga okkara loysnir til tørvin hjá kundunum. Hetta krevur dygd, gott yvirlit, forvitni og fólk, sum hava hug at taka ábyrgd.

Títt lærupláss
Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum lítlum, men sera kompetentum toymi. Tú kemur at arbeiða bæði við sølu og við stýring/fyrisiting, so vøran kemur trygt og rætt fram til kundan. Hetta er eitt lærupláss til tín, sum ynskir at læra nógv, arbeiða fjølbroytt og gerast partur av einum arbeiðsplássi, har tú veruliga kanst gera mun.

Tú fert m.a. at læra og arbeiða við

  • kundasamskifti, tørvsfatan og ráðgeving
  • tilboð, prísseting og eftirfylging
  • orderstýring og logistik, frá fyrispurningi til levering
  • digitala sølu og marknaðarføring
  • vørukunning og tekniska dokumentatión
  • samstarv við altjóða distributørar og endabrúkarar
  • grundleggjandi búskap og marknaðargreining

Vit leita eftir tær, sum

  • hevur áhuga fyri sølu, kundatænastu og altjóða samskifti
  • ert skipað/-ur og dugir at fylgja upp á smálutir
  • dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • hevur hug at læra og taka ábyrgd
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga

Útbúgvingin
Heitið á útbúgvingini er “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Útbúgvingin varir 2–4 ár, alt eftir forútbúgving:

  • við búskaparbreyt: 2 ár (eingin tørvur á eyka fakum)
  • við aðrari miðnámsbreyt: 2 ár og 6 mðr
  • við FHS: 3 ár
  • við 9. flokki: 4 ár
  • Skúlagongdin fer fram á Glasir í Havn, og lærutíðin skiftir ímillum verkliga læru á
  • læruplássi og skúlagongd.

Arbeiðstíð og løn
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála hjá Samverk (lærlingasáttmáli).

Umsókn
Send umsókn og CV til: marni@oilwind.fo

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Marni F. Joensen · tlf. 52 53 54

FO-370 Miðvágur, Føroyar (Faroe Islands)
Phone: +298 332422 - Fax: +298 333222
E-mail: oilwind@oilwind.fo
See our website at http://www.oilwind.fo

Líknandi størv

Almannaverkið   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. marts 2026
13. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið